Akstovan hevur biðið løgregluna taka nummarpláturnar av 700 bilum, sum ikki hava goldið vegskatt Talið á teimum, sum ikki rinda vegskatt, veksur, og seinna hálvar hava 150 fleiri ikki goldið vegskattin til tíðina.
Nú hevur Akstovan biðið løgregluna taka pláturnar av ikki færri enn 700 bilum, tí eigararnir hava ikki goldið vegskattin til ásettu tíðina.
Í fjør fekk løgreglan áheitan um at taka nummarpláturnar av 2.500 bilum, tí eigararnir høvdu ikki goldið vegskatt, trygging, sýn ella fyri eigaraskifti.
Kelda: Kringvarp Føroya