Aftur næsta ár verða játtaðar 700.000 krónur at høgga kol fyri. Tað sæst í uppskotinum hjá landsstýrinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2017.
Endamálið við játtanini er at varðveita kolahøgging sum vinnugrein í Føroyum. Jarðfeingi umsitur játtanina til kolagrevstur vegna Uttanríkis- og vinnumálaráðið, og ger í hesum sambandi sáttmála við Roynds Kolasølu, sum tryggjar, at kol verður høgt í Føroyum.
Umsitingin av játtanini er løgd til Jarðfeingi. Játtaði stuðulin verður útgoldin fýra ferðir árliga, fyrst í hvørjum ársfjórðingi.
Sambært uppskotinnum verða eisini játtaðar 700.000 krónur næstu árini.