700.000 fyri at taka ein fiskakassa av olju upp

Tað kostar sambært almennu upplýsingunum, 700.000 krónur at taka 1000 litrar av tungolju upp. Men tað finnast nógvar náttúrligar frágreiðingar til hetta, sambært avvarðandi myndugleikum

Bótin til Capitan Gorbatjov er sett til 50.000 krónur. Hon er sambært Innlendismálarráðnum sett til hesa upphædd, tí í Havumhvørvislógini er vegleiðing, ið leggur upp til 50.000 krónur í bót fyri 1000 litrar av olju.

Sambært fyribilstølum hjá Innlendismálaráðnum kostaði tað næstan 700.000 krónur at fáa bilbugt við hesa olju. Talið verður tó eitt sindur lægri, og oljan er helst meira enn júst eitt tons.

- Tað er onki forgjørt í at ruddingararbeiðið kostar so nógv, og bótin kann eisini gerast nógv hægri, tí helst eru meira enn 1000 litrar farnir á sjógv, sigur Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni.

Anni á Hædd, deildarstjóri á Náttúrudeildini hjá Innlendismálaráðnum, greiðir somuleiðis frá, at orsøkin til at kostnaðurin gjørdist so stórur til uppruddingina, millum annað er, at tað var so torført at finna útav, hvar oljan fór, umframt, at oljan broytir skap, so skjótt hon er komin á sjógv.

- Tað verður so tíðliga myrkt, og dálkingin hendi um kvøldið. Longu morgunin eftir kannaðu vit málið, og síðani gekk væl, hóast oljudálkaðar økið varð vorðið øgiliga stórt, greiðir Anni á Hædd frá.

Somuleiðis greiðir hon frá, at oljan spjaddist sera skjótt, og at tað ikki bar til at demma oljuna inni beinanvegin.

Hon leggur afturat, at 1000 litrar av flótandi olju ikki koma upp, sum 1000 litrar av flótandi olju.

- Okkurt er mest átøkt seyðasparlum og okkurt verður blandað við sjógvin. Tað veldst temperatur og so framvegis. Bara ein lítil partur verður verandi flótandi olja, staðfestir Anni á Hædd.


Mongdin størri

Capitan Gorbatjov er kravdur at veita trygd fyri 50.000, sum sektaruppskotið er. Men skipið hevur ikki tikið við bótini, og tí kemur málið helst fyri rættin. Og tað skilst eisini, at mongdin av olju er sett sera lágt.

- Teir hava ikki tikið við bótini, og vit vóna, at eitt rættarmál kemur burturúr, tí mongdin av olju er helst nógv størri enn 1000 litrar. 1000 litrar er bara tað, vit kunnu staðfesta við vissu, men nøgdin kann nógv størri, og so verður bótin ta størri, sigur Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni.

Tað skilst, at samlaða talið kann koma upp á 10.000 litrar.


Prísurin minni

Hóast skipið er kravt eftir 700.000 krónum fyri uppruddingararbeiðið, verður prísurin fyri arbeiðið helst ikki so høgur.

- Vit funnu fram til, at tað helst fór at kosta einar 700.000 krónur at taka oljuna upp, men tað er líkt til, at tað ikki fer at kosta so nógv, tá tað kemur til stykkis, greiðir Anni á Hædd frá.

Hinvegin kann hon ikki fara í detaljur, hvat hvør liður hevur kostað, tí hesi tøl eru ikki endaliga gjørd upp enn.

So enn er ikki til at siga, um tað hevði borið til at gera arbeiðið bíligari, um ein verulig tilbúgving var.


Mangla tilrættarlegging

Á eftirmetingarfundi kom fram, at tað vóru fleiri ting, ið kundu gerast betri í samband við framtíðar oljudálkingar.

- Í niðurstøðuni kom fram, at vit mangla eina veruliga yvirskipaða ætlan, so vit vita júst, hvør skal gera hvat. Somuleiðis vantar okkum útgerð til tungolju, men tað vísti seg eisini, at fólk vildu væl og at fólk høvdu ein sera góðan vilja at fyribyrgja eini vanlukku, greiðir Jákup Pauli Joensen frá.