70 milliónir kunnu doyggja av eyðkvæmi

Tey næstu 20 árini fara meiri enn 70 milliónir fólk at doyggja av eyðkvæmi, gera tey ríku londini ikki meiri við bardagan ímóti sjúkuni, sigur ST

Um allan heimin eru meiri enn 40 milliónir fólk HIV-smittað ella hava fingið eyðkvæmi, og talið veksur støðugt.
- Hetta er ein umfarssótt, sum er verri enn tær, vit hava sæð fyrr, segði Peter Piot, sum samskipar eyðkvæmistiltøkini hjá ST, tá 14. altjóða ráðstevnan um eyðkvæmi varð sett í Barcelona týsdagin.
Í einari frágreiðing, sum ST legði fram á ráðstevnuni, stendur, at vandi er fyri, at eitt heilt ættarlið í Afrika fer til grundar orsakað av eyðkvæmi.
- Eyðkvæmi er ikki longur bara ein sjúka, men hetta snýr seg nú eisini um búskaparliga og sosiala menning og umframt trygd, segði Peter Piot. Hann legði afturat, at í Afrika kann umfarssóttin fáa álvarssamar avleiðingar fyri sjálva trygdina í øllum heimspartinum, tí hon forðar búskaparligari menning og elvir til hungursneyð.
Frágreiðingin hjá ST er óhugnaligur lesnaður. Í fjør kravdi eyðkvæmi tríggjar milliónir mannalív, harav 2,2 milliónir í Afrika. Fimm milliónir vórðu smittað í fjør. Síðani sjúkan varð staðfest fyrstu ferð í 1981, eru 20 milliónir fólk deyð av henni, og 14 milliónir børn eru vorðin foreldraleys.
Bara í londunum sunnan fyri Sahara-oyðimørkina eru 28,5 milliónir fólk HIV-smittað ella hava fingið eyðkvæmi. 70 prosent av teimum, sum fáa smittuna, fáa eisini eyðkvæmi, stendur í frágreiðingini.
ST heitir á tey ríku londini um at økja stuðulin til bardagan ímóti umfarssóttini. Uttan størri stuðul verður ógjørligt at forða einari enn størri vanlukku.