70 metur langan brunnbát

Ein stórur partur av 1,1 milliarda íløgunum hjá Bakkafrost komandi fimm árini, er ein risastórur brunnbátur.

220 milliónir krónur verður mett, at brunnbáturin fer at kosta.

Hann skal byggjast í árunnum 2014-2015, og íløgurnar verða 110 milliónir krónur um árið hesi bæði árini.

Báturin er heilar 70 metrar langur og á stødd við stóru nótaskipini. Hann fer at taka heili 450 tons av laksi.

- Hetta verður ein munandi bati, tá vit skulu taka fisk, ikki minst um ein ringur skal tømast í einum skundi. Vanliga mugu vit stúva fiskin saman og hóva upp í brunnbátar, sum taka millum 40 og 60 tons, og tað kann taka heilt upp í eina viku at tøma ein ring, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

Tað fer eisini at betra um arbeiðsgongdina, tí við nýggja brunnbátinum sleppa menn undan at snøra nótina saman, hvørja ferð fiskur er tikin.

- Ein ringur tekur umleið 450 tons av fiski, og tí fáa vit við nýggja brunnbátinum tømt ein heilan ring í senn, sigur Regin Jacobsen.