Í dag heldur Kommunusamskipan Føroya aðalfund á Hotel Føroyum, har út við 70 kommunustýrislimir eru umboðaðir. Kommunusamskipan Føroya sigur í tíðindaskrivi, at frá klokkan 13-14.30 í dag verður formligi aðalfundurin, har eitt nú Gunvá við Keldu, nývald forkvinna í felagnum, heldur sína fyrstu formansfrágreiðing.
Tímarnar frá klokkan 14.30 til umleið klokkan 16 verður tann meiri óformelli parturin av aðalfundinum við vitjanum og framløgum.
- Í hesum partinum eru Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri og Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, gestir. Teir báðir fara at hava hvør sítt upplegg og síðani verður kjak, sigur Kommunusamskipan Føroya í tíðindaskrivi.