70% av lønini í verkfalspengum

Fólk í verkfallið siga seg missa túsund krónur um vikuna

VERKFALL

Fleiri fólk í verkfalli, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey hava fingið at vita, at tey fáa 70% í verkfalspeningi.
Hesi tíðindi eru kortini ikki váttaði. Vit hava roynt at fáa tað váttað hjá arbeiðarafeløgunum, men tað einans svarið, vit hava fingið, er ?eingin viðmerking?.
Rokna vit eitt sindur við tølunum, so vísir tað, at ein persónur í verkfalli fær umleið 2.600 kr. um vikuna í løn.
Hesum skulu tey eisini gjalda skatt av, verður upplýst hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.
Tímalønin er 92,2 kr. og 92,52 fyri ?skitið? arbeiði. Roknað við við tí lægra talinum, so er ein vanlig vika, t.e. 40 tímar, verd 3.688 kr. Affurat hesum kemur frítíðarløn áljóðandi 442,56 kr ella tólv prosent. Tað hevur ikki eydnast okkum fyri vist at fáa upplýst, um fólk fáa frítíðarløn, meðan tey eru í verkfalli.
Tað er sjálvsagt ymiskt, hvat fólk forvinna, tá hugsað verður um yvirtíð og annað, men útfrá okkara útrokningum er minsta inntøkan túsund krónur um vikuna í vanligari løn.