70?arakvøld í Club 20

.

Í annaðkvøld verður serligur 70?aradámur yvir dansistaðnum Club 20 í Havn. Orsøkin er tann, at skipað verður fyri serligum kvøldi, har stílurin og tónleikurin verður frá 70?unum.

Tey, ið eru klødd soleiðis, sum fólk gingu í 70?unum sleppa inn fyri hálvan prís - og bara 70?aratónleikur verður at hoyra, eins og ørgrynna av diskoljósi o. ø. fer at seta dám á hølini.

Tann, ið er klæddur vakrasta 70?arabúnan fær ein serligan vinning.

Hetta er á øðrum sinni, at Club 20 skipar fyri serligum 70?arakvøldi. Í fjør var hetta roynt fyri fyrstu ferð - og hóast skotbráið var stutt, eydnaðist tiltakið sera væl - og vóru um 80% av teimum møttu í 70?arabúna, so vónirnar eru góðar í ár, ljóðar úr Club 20.