70.000 sms um dagin

Fýra av fimm føroyingum hava fartelefon og sms-boðini hava vind í seglunum.

1. januar í ár vóru tilsamans 38.026 fartelefonir í Føroyum. Hetta tal byggir á talið av føstum haldi og talutíðarhaldi hjá kappingarneytunum Føroya Tele og Kall.
Tað skal sjálvandi havast í huga, at summi kanska hava meira enn eina fartelefon, og at til dømis útisetar hava eitt talutíðarhald liggjandi heima á klettunum. Men talið vísir so, at í prinsippinum hava fýra av fimm føroyingum fartelefon.
Í síni ársfrágreiðing staðfestir Fjarskiftiseftirlitið, at árið í fjør var merkt av, at Kall kom á marknaðin við fartelefoni í desember 2002.
Og Kall hevur vunnið fittan part av marknaðinum, síðan fyritøkan fór at bjóða seg fram á økinum. Kall hevði 1. januar 2098 fastar haldarar og 5610 talutíðarhald í umfar, og tað svarar til ávíkavist 13 og 28 prosent av marknaðinum.
Á nýggjárinum vóru tilsamans 16.699 fartelefonhald, tvs. har brúkarin rindar eitt mánaðargjald fyri fartelefon, í Føroyum, meðan talutíðarhaldini vóru heili 20.088 í tali.
Harumframt eru 1239 NMT-450 hald framvegis skrásett í Føroyum.

12,7 mió. sms
Tølini í ársfrágreiðingin hjá Fjarskiftiseftirlitinum vísa, at føroyingar eru rættuliga raskir at senda sms-boð. Seinna hálvár í fjør vóru sendir 12,7 milliónir sms frá fartelefonum í Føroyum. Tað svarar til 70.000 sms um dagin. Og eitt sindur avrundað ber til at siga, at frá hvørjum einasta fartelefonnummari í Føroyum verða send tvey sms um dagin, hvønn dag.