Áhugin fyri at seta seg niður í Æðuvík er vaksandi, og fyri kortum seldi Runavíkar kommuna tað seinasta tøka grundøki til sethús, sum var á hennara hondum. Tað skrivar Runavíkar kommuna.
Samsvarandi vaksandi áhuganum, fyri at seta seg niður í bygdini, hevur verið virkað við málinum í eina tíð, og í fyrstu atløgu er ein skipanarætlan um víðkan av Lítlatúni tikin framaftur - við 7 grundstykkjum eysturyvir úr verandi býlingi.
Málið er viðgjørt í Byggi- & býarskipanarnevndini, og hóskvøldið hin 31. januar 2019 samtykti Runavíkar býráð at farast skal undir at neyvælta, soleiðis, at arbeiðið kann bjóðast út. Kommunan eigur høgliga lendið, har ið ætlanin er at stykkja hesi 7 grundøkini út í Æðuvík.










