7-mannabólkurin vísir sín stuðul

Yvirlýsing

7-mannabólkurin, ið umboðar 32 av landsins fakfeløgum, boðaði í yvirlýsing í gjár frá, at hann fult tekur undir við Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í krøvum teirra til hotel, gistingarhús og matstovur um at fylgja galdandi sáttmála.

Tey 32 fakfeløgini nýta í yvirlýsing síni eisini høvið at heita á hotel og gistingarhús um at fylgja ásetingunum í sáttmálanum. Tey vísa til, at sáttmálin tryggjar tær sømdir, sum eru ein sjálvsagdur rættur hjá øllum starvsfólkum.

Havnar Arbeiðskvinnufelag og 7-mannabólkurin høvdu vóru týskvøldi á fundi, har millum annað málið um starvsfólkauppsagnirnar á Cafe Natúr var frammi.alan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.

Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.


Tryggleikin

á gamalsaldri

Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.

Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.


Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag

Jóannes Eidesgaard