7,8% av fólkunum eru nú liðugt koppsett

Í gjár vórðu 319 fólk koppsett, 308 fólk fingu fyrra prikið og 11 fingu seinna prikið.

Nú verður ein steðgur í koppsetingini til eftir páskir, tá meira koppingarevni kemur til landið.

Tilsamans 10.770 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 6.641 hava fingið fyrru koppsetingina. 4.129 hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.