7,5 milliónir meiri til høvuðsstaðin

Nógv tann størsta vøksturin í skattainntøku í krónum seinasta hálva árið eigur Tórshavnar kommuna. Fyrra hálvár í ár runnu 7,555 milliónir krónur meiri niður í høvuðsstaðarkassan, enn tað gjørdu fyrra hálvár í fjør.

Framgongdin í høvuðsstaðnum er 2,34 prosent, og tað er merkisvert. Oftast hevur tað verið soleiðis, at skattainntøkan hjá Tórshavnar kommunu er vaksin ár undan ári, men soleiðis var tað ikki í fjør. Tá ið gjørt varð upp fyri 2011, vísti tað seg, at skattainntøkan í høvuðsstaðnum var 986 túsund krónur ella 0,16 prosent minni, enn hon var tað í 2010.

Nú er vent í holini. Fyrra hálvár hevur skattainntøkan verið meiri enn 7,5 milliónir størri, enn hon var tað seks teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Og um gongdin heldur fram, sum hon hevur verið higartil í ár, so er tað ikki veruleikafjart at rokna við, at Havnin fer at fáa meiri enn 15 milliónir meiri inn í skatti í ár, enn høvuðsstaðar kommunan fekk í fjør.

Skattaprosent og barnafrádattur í Havnini eru á sama støði í ár, sum tey vóru í fjør -20,75% og 5.500 krónur.