7,4 mió meiri í skatti

Ein uppgerð frá TAKS vísir, at Klaksvíkar kommuna er hon sum í krónum og oyrum hevði størsta vøksturin í skatti í fjør.

Uppgerðin vísir, at í fjør komu 141,6 milliónir krónur inn í skatti, og er hetta ein øking uppá 7,4 mió meiri enn árið fyri, tá tá “einans” komu 134,2 mió inn.

Í prosentum er økingin uppá 5,5 prosent, sum kortini ikki er tann størsta økingin um hugt verður soleiðis uppá tølini.

Størstu økingina í prosentum eigur Hvannasunds kommuna, sum hevði ein vøkstur uppá sløk 10 prosent í skatti í fjør – íalt komu 11,2 mió inn í skatti.

Annars vísir uppgerðin ta heldur sjáldsomu gongd at ein í Tórshavnar kommunu hevur eina afturgongd í skatti. Í 2010 var skattainntøkan 602 mió, meðan hin í fjør lækkaði við nærum einari millión krónum farna árið. Í prosentum svarar hetta til 0,16.