Danir merkja nú av álvara afturgongdina í búskapinum, og sambært Børsen kunnu húsagangir í vinnulívinum fara at kosta meiri enn 50.000 arbeiðspláss tað næsta árið.
Tey almennu tølini fyri síðsta mánað vísa, at tá fóru 524 danskar fyritøkur á húsagang, og tað var heili 70 prosent fleiri enn í november í 2007. Serfrøðingar, sum Børsen hevur tosað við, ivast ikki í, at talið verður størri enn.
-Heldur hendan gongdin fram, fáa vit ein trupulleika, sum eg satt at siga ikki orki at ímynda mær, sigur Peter Hecht-Hansen, stjóri í kredittryggingarfelagnum Euler Hermes við blaðið.
Erik Skovgaard Nielsen, sum er varastjóri í einum øðrum kredittryggingarfelagi, Atradius, er samdur við starvsbróðurinum um, at útlitini eru alt annað enn jalig.
-Tað er líkt til, at vit fáa tvær ferðir so nógvar húsagangir í 2009 sum í ár, so vit kunnu vænta einar 7.000 húsagangir teir næstu tólv mánaðirnar. Fleiri øki í vinnuni verða rakt, men vandin tykist vera serliga stórur í handilsvinnuni, byggivinnuni, møbla- og klædnavinnuni og innan elektroniskt virksemi, og tað ger ikki støðuna betur, at bankarnir eru so varnir við kredittum, sigur Erik Skovgaard Nielsen við Børsen.
Teir seinastu tólv mánaðirnar eru 3.500 danskar fyritøkur farnar á húsagang. Tað er umleið helvtina meiri enn í 2007.