69 neyt stolin meðan bóndin svav

Tá svenski bóndin, Claes Roempke, um morgunin skuldi senda 69 neyt til sláturs, vóru tey horvin. Hetta hendi náttina til hin 19. desember, men enn er einki hoyrt um, hvar neytini eru.

- Eg vóni virkuliga, at dýrini eru á lívi og hava tað gott. Tey kunnu ikki vera rýmd, tí tað var kavi og eingi spor vóru eftir teimum, sigur hann.

Garðurin hjá bóndanum liggur í Stjärnhov í Södermanland, sum er í eystara parti av Svøríki.

Neytini, sum eru stolin frá svenska bóndanum, hava eitt virði, sum nærkast teimum 700.000 krónunum.

Sjálvur heldur Claes Roempke, at tað eigur at taka fleiri tímar at stjala so nógv dýr, og helst er neyðugt við tveimum stórum lastbilum.

Sum skilst, eru bilaspor einastu sporini, sum svenska løgreglan higartil hevur at ganga eftir. Líkt er til, at hetta eru spor frá einum ella fleiri lastbilum.