69 andstøðingar fingu dóm

Tilsamans 69 fólk, sum vóru ákærd fyri at hava ætlanir um at koppa stjórnini í Sameindu Arabisku Emiratunum, hava fingið fongsulsrevsingar, sum ganga úr trimum upp í 15 ár handan rimarnar. 20 onnur ákærd blivu hinvegin fríkend.

Millum tey 69 dømdu finnast fleiri akademikarar og fólk úr framstandandi familjum í landinum. Teirra millum eitt systkinabarn emirin í einum av teimum sjey emiratunum.

Rættarmálið er fyribils hæddarpunktið á miðvísa stríðnum, myndugleikarnir eru farnir undir ímóti islamistum síðsta árið. Ótti fyri, at somu mótmæli skulu taka seg upp sum í øðrum arabiskum londum, skal hava drivið verkið hjá myndugleikunum.

Sambært mannarættindafelagsskapir hevur rættarmálið verri enn so verið merkt av rættvísi, samstundis sum fleiri av teimum ákærdu hava fortalt, at tey eru illa viðfarin, meðan tey í fongslinum hava bíðað eftir at komið fyri rættin.