68. bind av Varðanum komið

Nú 100 ár eru liðin síðan Heðin Brú varð borin í heim, fer Varðin eisini at minnast hann. Heðin Brú skrivaði nógv í Varðan

Heðin Brú: Fyrsta grein hansara í Varðanum var stuttsøgan Høgni hin Gamli. Hon stóð í 9. bindi. Hanus A. Samuelsen skrivar grein um skaldið.
Hanna Absalonsen hevur greitt til prentingar brot úr brøvum frá Heðin Brú til Chr. Matras.

Magnus Brahé Jørgensen hevur 2. part av greinarøð síni um Føroya kirkjusøgu.

Sverri Djurhuus, sum fyri nøkrum árum síðani skrivaði í Varðan um barnaárini í Kollafirði, hevur hesa ferð grein, sum hann nevnir Ungdómsárini.
Bergur Hansen skrivar drúgva grein um Selmu Lagerløf, og Tórður Johannesarson hevur grein, sum hann nevnir Táttaskaldskapur við Sjógv, á Miðgerði og í Líð í Kollafirði.

Tvær greinir eru um ættarsøgu: Egon Hansen skrivar um fólkini á Mýrini í Nólsoy, og Freydis Poulsen hevur seinna part av grein síni Ættargrein av Blankskála.

Hjalmar P. Petersen hevur eina ritgerð um ævintýrkvæðið Fípuna Føgru.
"Langt av leið frá ljósum borgum
mjørkafjalt mítt ungdómsmið,
niðanátt og dapur morgun,
ørm mín sál og uttan frið"
yrkti Janus Djurhuus í 1914.

Bókmentafrøðingurin Kim Simonsen hevur skrivað drúgva grein, sum hann nevnir Hin føroyska útlegdin ? um útlegd, útisetar og tey intellektuellu.
Í 1935 og 1936 gjørdu føroyingar fiskiroyndir í Grønlandi við skonnartini Artic. Um hetta skrivar Erling Isholm.

Poul Vestergaard hevur greinina Brúgvin til himmals ? bandið til jarðar, har hann viðger sálmarnar "Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá" eftir Mikkjal á Ryggi og "Móðurland vil eg teg kalla ? føðilandið mítt" eftir Jóannes Patursson.

Nicodemus Rasmussen, sum eftir pensiónsaldur rættiliga fór í holt við at kanna gamalt skjalatilfar og skriva av gamlar søgukeldur, hevur brot úr vártingbókini fyri Eysturoy árini 1697 ? 98.

Seinast hevur Heini Olsen minnisgrein um skyldmann sín mentamannin Sverra Eghom, sum doyði fyri einum ári síðani.

Varðin 68. bind, sum er 232 síður til støddar, kostar 195 krónur í bókabúðunum. Haldaragjaldið er 140 kr. um árið.