Lance Armstrong var hann, sum bæði vann mest og tjenti mest, tá ið hann á sínari leið sum súkklari vann Tour de France heilar sjey ferðir, men at enda varð tikin fyri at hava brúkt doping og varð burturvístur frá kappingarítrótti.
Ferð eftir ferð hava fyritøkur stevnt honum eftir endurgjaldi, og í løtuni er ein av teimum heilt stóru rættarsakunum í rættinum í Washington, har Lance Armstrong og hansara toymi av advokatum royna at sleppa undan einum risa endurgjaldi.
Tað er amerikanski staturin, sum hevur stevnt Lance Armstrong eftir 670 milliónum krónum í endurgjaldi fyri at hava svikið tað almenna US Postal Service, sum var høvuðsstuðul á liðnum við sama navni, sum Lance Armstrong súkklaði við árini 1998 til 2005.
Advokatarnir hjá Lance Armstrong hava lagt fram prógv fyri, at US Postal Service rindaði 225 milliónir krónur í stuðli, og at fyritøkan vann yvir eina milliard upp á at vera stuðul. Tískil krevja teir frídøming ella í minsta lagi eitt minni endurgjald.
- Tað stutta av tí langa er, at US Postal Service fekk meira enn teir rindaðu fyri. Tískil vóru teir ikki offur fyri sviki, segði verjin, Elliot Peeters, sambært USA Today.
Ákærin, Robert Chandler, sigur hinvegin, at Lance Armstrong hevur sett US Postal Service í eina keðiliga støðu við einari vatnflóð av lygnum, sum hann málber seg.
Dómur fellur ikki í málinum fyrr enn fyrst næsta ár.