Mánadagin fara 670 børn í skúla fyri fyrstu ferð, 314 gentur og 356 dreingir.
Meðan Skúlin við Løgmannabreyt seinastu árini hevur verið skúlin, sum hevur tikið ímóti felstu børnum, so er tað hesaferð Skúlin á Fløtum, ið tekur flestar næmingar, 64 í tali. 14 skúlar eru, sum taka færri enn 10 næmingar inn.
Talið á teimum, sum eru farin í 1. flokk seinastu fimm árini er
2016: 670
2015: 715
2014: 697
2013: 750
2012: 749
Í serflokkinum, sum hevur hildið til í Venjingarskúlanum – nú Skúlanum á Fløtum, ganga 28 næmingar, harav 3 gentur og 25 dreingir.
Í skúlaárinum, sum nú byrjar, ganga 6949 næmingar samanborið við 6889 næmingar farna skúlaár. 141 teirra ganga í Frískúlanum í Havn og Frískúlanum Kelduni.









