670 avrættað í Iran í fjør

Ein kanning hjá ST kemur til ta niðurstøðu, at í minsta lagi 670 fólk vórðu tikin av døgum í Iran í fjør, og at í flestu førum fingu fólk deyðadóm fyri rúsevnabrotsverk, sum sambært fólkarættinum ikki kann geva deyðarevsing. Harafturat verða nógv dømd til deyða, tí tey eru samkynd.

Fyrrverandi maldiviski uttanríkisráðharrin Ahmed Shaheed hevur staðið fyri kanningini. Hann skrivar, at talið á avrættingum vaks nógv teir seinastu mánaðirnar í 2011. Teir fyrstu níggju mánaðirnar vórðu 200 fólk avrættað, men tá árið endaði, var talið farið væl upp um 600. Sambært frágreiðingini vórðu 421 avrættingar almannakunngjørdar, og 249 vórðu ikki alment fráboðaðar.

Ahmed Shaheed sigur, at tað eru fleiri dømi um, at fólk, sum fyrst verða tikin fyri at hava mótmælt myndugleikunum, verða seinni ákærd fyri at hava smuglað rúsevni.