Hetta er fyrsta fundarevni hjá kvinnufelagnum í heyst og lagt verður upp til kjak um aldurdómin, serliga hjá kvinnum. Aldurdómurin skal vera positivur, vit skulu ikki bara liva, men eisini vera livandi seinnu árini av lívinum, og tí mugu vit arbeiða við sjálv, sigur Hanna. Tey eldru hava royndirnar, tey ungu útbúgvingarnar, og saman tryggja vit okkum best møguliga samfelagið!
Sum vant verður drekkamuður og kjak aftan á fyrilesturin.