67 fólk á vali til middags

Hóast talið av veljarum í Nes kommunu er minkað við 17 fólkum síðan seinasta fólkatingsval, hevði kortini sama tal av fólki verið á vali á middegi í dag, sum á middegi á undanfarna fólkatingsvali.

Tilsamans 67 fólk høvdu greitt atkvøðu á middegi í dag, og tað er júst sama tal, sum á middegi á fólkatingsvalinum seinast. Tá eru brævatkvøðurnar bæði valini íroknaðar.

848 fólk hava valrætt í Nes kommunu í dag, og á seinasta fólkatingsvali var talið 865. Soleiðis er talið av veljarum minkað við 17. Tað merkir, at valluttøkan á middegi í dag hevur verið eitt vet størri enn á middegi á seinasta fólkatingsvali.

Valluttøkan í Nes kommunu á fólkatingsvalinum seinast var 68%.

Á myndini síggja vit formannanin í valnevndini í Nes kommunu, Ólav Magnussen. Við borðið situr Anna Malena, dóttir Kaj Højgaard, sum var í valnevndini í fleiri ár. Anna Malena er nýggjasti limurin í valnevndini í Nes kommunu, og til stuttleikar kunnu vit leggja aftrat, at Ólavur er gubbi Malenu.