663 tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru 663 nýggir tilburðir staðfestir við koronu, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

38 kanningar eru enn ikki liðugt greinaðar. 1.294 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.831 smittað við korona, 19 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona, og 22 eru deyð við korona í Føroyum.

Smittutrýstið í gjár var 51 prosent.