Í 2014 komu út tilsamans 205 bøkur á føroyskum máli, 97 upprunabøkur og 108 týðingar
Tað sæst í árfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum.
Ársins bókaframleiðsla fevndi um 45 fagrarbókmentir, 72 yrkisbókmentir, 16 lærubøkur og 72 barna- og ungdómsbøkur.
Síðani fyrsta bókin á føroyskum varð prentað í 1822, Færøiske Qvæder, eru prentaðar 6.622 ymsar bøkur á føroyskum máli.








