Á facebook-síðuni hjá TeenStreet verður sagt, at einstaklingararnir, sum savnaði flestan, næstflestan og eisini triðflestan pening, vóru føroyingar.
Tann føroyingurin, sum rann flestar rundur, var Áki Johannesen av Nesi. Hann rann 28 ferðir runt. Hvør runda var 800 metrar. Tað vil siga, at Áki rann góðar 22 km.
##med2##
Heilar 660.000 krónur vórðu savnaðar inn í renningini, og av teimum áttu føroyingarnir meira enn 250.000 krónur.
##med3##
Í ár fer innsavnaði peningurin til børn og ung flóttafólk í Grikkalandi, Italia og Serbia. Peningurin skal nýtast til ryggsekkir, skrivitilfar, bøkur til lærarar at undirvísa í máli, nýggja ítróttarútgerð og til kreativ amboð til list. Eisini verður peningur brúktur til at skipa trygg støð, har ung kunnu hittast og hoyra um Jesus.
Les meira her: Renna fyri flóttafólkum
##med4##
##med5##