66 skip sett á svartalista

66 farmaskip fáa nú forboð fyri at sigla í ES-sjógvi, tí tey lúka ikki trygdarreglurnar.

Oljuvanlukkan í Spania hevur rættiliga loypt hvøkk á myndugleikarnar í fleiri ES-londum, og í gjár varð fráboðað, at ES-nevndin hevur givið 66 skipum forboð fyri at sigla ígjøgnum ES-sjógv. Roknað verður við, at einkultskinnað oljutangaskip fáa eisini forboð fyri at koma í ES-sjógv í framtíðini.

26 av teimum bannlýstu skipunum sigla undir turkiskum flaggi, 12 sigla undir hentleikaflaggi hjá St. Vincent í Karibiska Havinum, og níggju skip hava kambodiska flaggið í mastrini.

ES-nevndin sigur, at ætlanin við avgerðini er at noyða lond at fylgja galdandi altjóða reglum um skipaferðslu og trygd á sjónum, og ES-formaðurin, Anders Fogh Rasmussen, hevur sagt, at skipaferðslan er eitt so álvarssamt mál, at hon verður tikin upp til viðgerðar á toppfundinum í Keypmannahavn miðskeiðis í mánaðinum.

At ES ber so skjótt at nú kemst uttan iva av, at spanski forsætisráðharrin, Jose Maria Aznar, er undir stórum politiskum trýsti í heimlandinum aftan á vanlukkuna við "Prestige".