Kendi norski ævintýrarin Ragnar Thorseth er farin undir venjingar, tí hann hevur gjørt av at seta seg við árarnar eina ferð afturat.
Fyribils situr tann 66 ára gamli ævintýrarin hálvan triðja tíma um dagin við eina rógvimaskinu, men so skjótt hann hevur fingið sín nýggja bát, fer hann á bekkin við árunum.
Í 1969 róði tann tá 21 ára gamli Ragnar Thorseth úr Noregi til Hetlands í einum 15 føtur longum báti. Næsta summar ætlar hann sær at rógva sama teinin eina ferð afturat, men hesaferð ætlar hann sær eisini at rógva aftur til Noregs. Báturin, sum hann brúkar hesaferð, er av sama slagi sum tann, ið hann brúkti í 1969.
Ragnar Thorseth er víða kendur fyri sínar ferðir á sjónum. Millum annað hevur hann siglt tvørtur um Atlanatshavið, hann hevur siglt útsynningsleiðina norðan fyri Amerika sum landsmaðurin Roald Amundsen nógv ár frammanundan, og í áttatiárunum sigldi hann kring jørðina við víkingaskipinum "Saga Siglar".










