65 umsóknir fingu blankt nei

Rakel Helmsdal hevur fingið starvsløn í trý ár, meðan Tróndur Bogason, Carl Johan Jensen og Hansina Iversen eru millum hini listarfólkini, sum í ár fáa starvslønir frá Mentanargrunni Landsins. 65 av 81 umsóknum fingu noktandi svar

Tað var ein ordans uppgáva, sum nevndin fyri Mentanargrunn Landsins hevði, tá ið nevndin skuldi velja fólk at fáa almenna starvslønir í ár.
81 umsóknir vóru komnar til Mentanargrunn Landsins, og tað var frammanundan greitt, at bara ein lítil partur av hesum umsóknum kundu játtast.
Í gjár gjørdist tað greitt, at 18 av teimum 81 umsóknunum fáa pengar, meðan 65 umsóknir fingu noktandi svar.

Rakel fekk trý ár
Ein starvsløn fyri trý ár varð latin, og hana fekk rithøvundin Rakel Helmsdal.
Listakvinnan Aggi Ásgerð Ásgarðsdóttir og tónaskaldið Tróndur Bogason fingu eitt ára starvsløn hvør, og eitt hálvt ár varð latið listarkvinnuni Hansinu Iversen og rithvøundunum Carl Johan Jensen og Petur Elias Askham Guttesen.
Harafturat fingu tvey myndlistafólk samanlagt seks mánaðir starvsløn, fimm tónlistafólk fingu samanlagt 12 mánaðir, sjónleikarvirksemið fekk fýra mánaðir og annað mentanarligt virksemi fekk fimm mánaðir starvsløn.

21.000 um mánaðin
Mentangrunnur Landsins kann lata upp í helvtina av sínari árligu játtan frá landinum til starvslønir, og politikkurin hevur seinnu árini verið, at hendan heimild verður brúkt til fulnar, so at helvtin av pengunum á hvørjum ári fara til starvslønir.
Í ár lat Mentanargrunnur Landsins samanlagt 81 mánaðir í starvsløn, og tað svarar til 1,73 milliónir krónur.
Tey, sum fáa starvslønir frá tí almenna, fáa góðar 21.000 krónur í løn um mánaðin.


- - -


Fakta

Mentanargrunnur Landsins hevur latið starvslønir til 18 umsóknir. Tey, sum fingu longstu starvslønirnar, vóru hesi:

Rakel Helmsdalrithøvundi3 ár
Tróndur Bogasontónaskald1 ár
Aggi Ásgerð Ásgarðsdóttirlistakvinna1 ár
Carl Johan Jensenrithvøundi6 mánaðir
Hansina Iversenlistakvinna6 mánaðir
Petur Elias Askham Guttesenrithvøundi6 mánaðir

Harafturat vóru styttri starvslønir latin til 12 aðrar umsóknir.

Samanlagt vóru starvslønir lætnar fyri 1,73 milliónir krónur.