Stjórnarleiðarar úr fleiri londum hátíðarhalda í dag, at 65 ár eru liðin, síðani teir sameindu byrjaðu landgongdina í Normandínum Tað almenna hátíðarhaldið var á Omaha Beach á norðurfronsku strondini, har hermenn úr USA, Bretlandi og Kanada bardust við týska herin, sum royndi at forða hermonnunum at sleppa upp á land.
Millum luttakararnar á Omaha Beach í dag vóru forsetarnir í USA og Fraklandi, forsætisráðharrarnir í Bretlandi og Kanada og Charles bretaprinsur.
Í gjár var amerikanski forsetin í Týsklandi, har hann millum annað legði blómur uttan fyri gomlu nazi-týningarleguna Buchenwald.