Atlantsflog fær 6,5 milliónir krónur fyri RJ-85 British Aerospace flogfarið, ið felagið seldi í gjár.
- Jú, hatta er prísurin. Og hann er í samsvar við bókaða virðið í roknskapinum. So tí ávirkar sølan ikki úrslitið hjá okkum.
Tað sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog, sum í gjár seldi næst síðsta av gomlu British Aerospace flogførunum.
Flogfarið verður latið nýggju eigarunum, sum er felagið North Cariboo, beinanvegin.
- Hetta er liður í eini tilgongd at skifta allan flotan út við flogfør av slagnum Airbus 319, sigur Jørgen Holme.
Sambært stjóranum ávirkar sølan tí ikki flogfelagið.
- Nei, sum sagt er hetta liður í eini tilgongd. So starvsfólk verða flutt yvir á Airbus flogførini, og talan verður ikki um at siga fólki úr starvi, sigur Jørgen Holme.
Seinasta flogfarið hjá Atlantsflog av slagnum British Aerospace skal eisini seljast. Men enn er ikki greitt, nær tað verður.
- Sølutilgongdin er byrjað, men enn fái eg ikki sagt tað neyvari, sigur Jørgen Holme.
Les eisini: Atlantsflog selir eitt flogfar









