Føroyska orkufelagið SEV kundi á ársaðalfundinum í gjár leggja fram eitt ársúrslit á 103 milliónir krónur áðrenn skatt.
Talan er um tað besta úrslitið nakrantíð hjá orkufelagnum, og er tað merkisvert, tá hugsað verður um, at felagið fyri bara nøkrum fáum árum síðani hevði tap fleiri ár á rað.
Síðani 2013 hevur roknskapurin sæð munandi betri út, og í ár var væntað, at felagið fór at hava eitt yvirskot á 37,2 milliónir krónur, ið hevði verið umleið 20 milliónir verri enn í 2015.
Tann metingin vísti seg tó at raka langt við síðuna av. Heilt nágreiniliga 65,9 milliónir krónur við síðuna av, og gjørdist úrslitið harvið tríggjar ferðir betri, enn væntað, tá mett varð um gongdina við ársbyrjan.
Serliga vóru tað útreiðslurnar, ið vóru munandi lægri enn frammanundan mett. Væntað var at útreiðslurnar fóru at vera 249,3 milliónir krónur, men tá avtornaði vóru tær 200,5 milliónir krónur ella 48,8 milliónir krónur minni enn mett.
Í ársfrágreiðingini vísir felagið á, at tað serliga eru oljuútreiðslurnar og lægri kostnað til tilfar og tænastur, ið vóru lægri enn fyrst mett.
- Orsøkin til hesa framgongd er grundað á framgongd á fleiri økjum. Nettoumsetningurin er 14,3 milliónir krónur størri enn ætlað grundað á størri sølu, oljuútreiðslurnar eru 22,9 milliónir lægri grundað á lægri oljunýtslu , lægri kostnað til tilfar og tænastur upp á 19,0 milliónir krónur eins og lønarkostnaðurin er lægri enn ætlað við 7,0 milliónir krónur grundað á javnan í eftirlønum, og størv sum ætlandi skuldi setast við byrjanina av árinum, ikki vóru sett fyrr enn miðskeiðis í árinum og annars lægri lønarkostnað enn ætlað, skrivar felagið í ársfrágreiðingini.









