649 krónur millum Føroyar og Danmark

26. mars fer SAS at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn hvønn dag. Á tíðindafundi í Fútastovu júst nú hava umboð fyri SAS lyft lokið av, hvørjum prísstøði tey leggja seg á.

 

Bíligasti flogseðilin verður 649 krónur við øll skattum og avgjøldum.

 

– Men vit skulu sjálvandi finna útav, hvussu marknaðurin er og hvussu útboð og eftirspurningurin verður, sigur Michael Hansen, sum er sølustjóri hjá SAS.