6.400 fløskur av snapsi

Tilsamans fara 4.500 litrar av akvavitti um søludiskin í Rúsuni upp til ólavsøku. Samstundis keypa vit meira vín og minni spiritus

Vanliga verður nógv drukkið á ólavsøku, bæði av sterkum og minni sterkum. Hagtølini, sum vit hava fingið frá Rúsdrekkasøluni, vísa, at í juli mánaði verða seldir millum 22.000 og 24.000 litrar av spiritus. Av hesum eru 10.000 litrar vodka, meðan 6.400 litrar eru akvavit. Alt tað, sum keypt verður í juli, verður sjálvandi ikki drukkið á ólavsøku, men lítil ivi er um, at vikan upp til tjóðarhátíðina er ovast, tá sølutølini verða uppgjørd.

 

Drekkingarmynstur føroyinga broytist eisini spakuliga. Aðrir og nýggir siðir taka seg upp, og so er eisini viðvíkjandi ólavsøkuni, sum fyri mong annars er merkt av traditiónum. Eitt nýtt fyribrigdi er, at vín í dag er meira vælumtókt afutrvið ólavsøkudøgurðanum.

- Tað er blivið nógv meira vanligt at síggja vín á borðunum á ólavsøku, sigur Rúni Herup Olsen, Innkeypsleiðari hjá Rúsdrekkasølu Landsins, og greiðir víðari frá, at sølan av víni er støðugt vaksandi.

Hagtølini frá Rúsuni vísa, at seinastu tvey árini hava tey selt umleið 35.000 litrar av víni, og at sølan er støðugt vaksandi.

Samstundis verður minni selt av øli. Í øllum førum frá Rúsdrekkasølu Landsins, hagani hesi hagtølini stava. Seinastu tvey árini hevur Rúsan selt millum 110.000 og 120.000 litrar av øli, svarandi til góðar 12.000 kassar ella kartengur við 30 fløskum ella dósum í hvørjum.

Tað hongur tó eisini saman við, at tað nú er vorðið meira vanligt at fólk keypa sær øl og cider niðri í býnum, har tað er møguleiki at fáa skonkt sær eitt glas á nøkrum útisølustøðum.

- Tú sær jú næstan ongan ganga við einari ølfløsku niðri í býnum á ólavsøku longur. Tey flestu keypa sær upp í eitt plastikkbikar á teimum støðum, har hetta er møguligt, og tað sæst sjálvandi aftur á okkara sølutølum, sum eru støðugt minkandi viðvíkjandi útsøluni av øli, greiðir Rúni Herup Olsen frá.

Leggjast skal tó afturat, at sølan av øl og cider úr sølustøðunum hjá Føroya Bjór og Okkara er ikki við í hesum tølunum.