64 fráferðir um vikuna

Tey bæði feløgini, sum í summar koma at røkja flúgvingina til og úr Føroyum, hava nú kunngjørt ferðaætlanir sínar fyri summarið 2006.
Hesar vísa, at talan í háárstíðini verður um upp í 64 fráferðir um vikuna av Flogvøllinum í Vágum. Fráferðirnar verða til Danmarkar, Stórabretlands - Hetland íroknað - Íslands og til Noregs.
Á heimasíðuni, www.floghavn.fo, verður sagt, at samlaða stólatalið í summarferðaætlanini í ár verður omanfyri 240.000. Ferðafólkatalið um somu tíð í fjør var 130.000.