64 eru nú á altjóða listanum

Jákup á Borg er triðyngsti landsliðsspælarin nakrantíð

Tá Hans Fróði Hansen fekk møguleikan fyri fyrstu ferð á landsliðnum var hann 63. føroyski landsliðsspælarin síðani limaskapurin í altjóða fótbóltsfamiljuni var ein veruleiki í 1988.

Hans Fróði Hansen hevur tvær ferðir áður verið í landsliðsferðalagnum á útivølli, men hetta var fyrsta ferðin hann fekk møguleikan. Fyrra ferðin, hann var við í ferðalagnum, var tá Føroyar 24. apríl 1996 taptu 3-1 í Beograd. Tá umboðaði núverandi HB maðurin B68.

Seinna ferðin var í Estlandi 4. juni í ár. Hans Fróði Hansen er trettandi spælarin, sum umboðar HB á landsliðnum í teimum 53 altjóða skrásettu landsdystunum.

Jákup á Borg sat ikki leingi á beinkinum, áðrenn hann fekk møguleikan, bert 77 minuttir.

Jákup á Borg, sum er 12. B36 maðurin á landsliðnum, er næstyngsti føroyski fótbóltsspælarin, sum hevur luttikið í undankappingardysti. Metið hevur Allan Mørkøre. Hann var 18 ár 9 mánaðar og 21 dagar gamal, tá hann spældi sín fyrsta landsdyst, sum var móti Eysturríki í Landskrona 12. september 1990.

Jákup á Borg er føddur 26. oktober 1979 og var sostatt 18 ár, 9 mánaðar og 26 dagar gamal, tá hann mikukvøldið fyri fyrstu ferð umboðaði føðilandið á hægsta stigi. Hann var altso fimm dagar eldri enn Allan Mørkøre var í Landskrona í 1990.

Yngsti landsliðsspælarin nakrantíð er framvegis John Hansen úr KÍ. Hann var við 5. august 1992, tá Føroyar og Ísrael spældu 1-1 á Svangaskarði. Tá var hann 18 ár, 4 mánaðir og 20 dagar gamal. John Hansen hevur ikki verið á landsliðnum síðani tá, men í ár hevur hann spælt so mikið sannførandi, at tað hevði ikki verið óvæntað, um tað hevði staðið honum í boði at koma á landsliðið.