Øll tey smittaðu hava fingið boð.
3.087 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 705 smittað í Føroyum. Tilsamans hava 2.145 fólk verið smittað í Føroyum. Tað vil siga, at 32,8 prosent av øllum teimum, sum tilsamans hava verið smittað, eru smittað í dag.