Á ársaðalfundinum hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag (FSN), sum varð hildin á Hotel Hilton mikudagin, møttu 63 limir, og á leið sama tal hevði ført brævatkvøðu á skrivstovu felagsins.
- Tað má sigast, at áhugin fyri ársaðalfundinum er javnt góður, sigur felagið á síni heimasíðu í dag.
Felagið hevði bjóðað einum umboði fyri Pensjónsfelagið LÍV, sum FSN er parteigari av, at greiða frá um eitt nú samlagstryggingina, sum felagið hevur við LÍV.
- Her høvdu limirnir nógvar og áhugaverdar spurningar til umboði frá LÍV. Sigast kann í stuttum, at tilvitanin um pensjóns-og samlagstrygging kundi verið munandi betri, heldur Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Nevndarval var eisini ein partur av ársaðalfundinum í gjár. Seks fólk stóðu fyri vali, og tríggir høvdu boðað frá, at teir tóku ikki við afturvali.
- Níggju fólk bjóðaðu seg fram, og tá valið var liðugt, vóru fýra nýggir nevndarlimir valdir. Sostatt fall ein av verandi nevndarlimunum á valinum. Samanumtikið var hetta ein sera góður fundur, sigur felagið.
Eftir ársaðalfundin fór nevndin á fund at skipa seg, og her skipaði hon seg við Annfinni Garðalíð sum formanni og Eliasi Zachariassen sum næstformanni.
- Í næstum verður kallað inn til nevndarfund, har samráðingarnar, sum standa fyri durum, verða til umrøðu, siga tey í Føroya Skipara-og Navigatørfelag í dag.
##med2##