63 deyð í Sýrialandi

Sýriskiar trygdardeildir skutu í gjár eftir mótmælisfólki, sum vóru komin saman aftan á fríggjadagsbønina fyri at mótmæla stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta. Arabiska sjónvarpið al-Jazeera sigur, at í minsta lagi 63 mótmælisfólk lógu eftirá, tey flestu í býnum Hama, har meiri enn 50.000 fólk vóru í gøtunum og kravdu forsetan og stjórnina frá. Hetta er tann størsta mótmælisgongan, síðani mótmælini byrjaðu í Sýrialandi fyri tveimum mánaðum síðani.

Eygnavitni siga, at trygdardeildirnar høvdu sett sníkiskjúttar upp á fleiri húsatekjur, haðani teir skutu eftir mótmælisfólki.

Hama hevur sína serligu mótmælissøgu, tí í 1982 doyðu í minsta lagi 10.000 fólk í býnum, tá herurin bumbaði býin fyri at berja ein sunnimuslimskan uppreistur niður. Maðurin, sum gav boðini um bumbuálopið, var táverandi forsetin, Hafez al Assad, pápi núverandi forsetan.