62N hevði tvær millióinir í halli í fjør

Gongdin hjá 62N, sum fyrr kallaðist Flogfelag Føroya – og sum Heidi Petersen í Vestmanna og maðurin nú eiga einsamøll – hevur ikki verið so góð, síðani nýggir eigarar yvirtóku felagið í 2007

Gongdin hjá 62N, sum fyrr kallaðist Flogfelag Føroya – og sum Heidi Petersen í Vestmanna og maðurin nú eiga einsamøll – hevur ikki verið so góð, síðani nýggir eigarar yvirtóku felagið í 2007.

 

Í 2007 hevði felagið kortini eitt framúr gott úrslit upp á slakar 11 milliónir krónur. Kaga vit í roknskapin hjá P/F 62N fyri 2007, so sæst, at felagið hevur selt ognir, tí undir »grundøki og bygningar« sæst, at ein frágongd er upp á 13 milliónir krónur.

 

Les eisini: Heidi eigur nú flogfelag einsamøll

 

Næstu árini royndust síðani einki serligt. 2008 gav eitt hall upp á 1,6 milliónir krónur. 2009 gav eitt hall upp á 2,4 milliónir, 2010 hevði all upp á 1,1 millión krónur. Í 2011 javnvigaði við einum yvirskoti upp á 3.000 krónur, meðan felagið í 2012 náddi eitt yvirskot upp á eina millión krónur. Í fjør var aftur galið, og felagið hevði eitt hall upp á 2,0 milliónir krónur

 

Leiðslan sigur í ársroknskapinum fyri árið í fjør, at hon ikki er nøgd við úrslitið.

 

– Staðfestast kann, at tað sær út til, at raksturin fer at ganga rætta vegin, stendur í leiðslufrágreiðingini, og væntar leiðslan eitt yvirskot í ár upp á hálva millión krónur.

 

Eginognin hjá felagnum er vorðin negativ við eini góðari millión. Leiðslan sigur, at hóast felagið hevur mist allan partapeningin, so kann felagið halda fram við virkseminum, tí at raksturin framhaldandi fer at geva yvirskot og tí, at lánsveitarar framhaldandi eru sinnaðir at fíggja raksturin.

 

Víðari sigur leiðslan, at felagið arbeiðir víðari við at bøta um raksturin og væntar at kunna endurvinna felagskapitalin við avlopi.

 

Síðani roknskapurin hjá P/F 62N varð gjørdur, hevur felagið selt burturav Airport Hotel í Vágum, sum Gist & Vist samtakið yvirtók fyrr í summar, og sum nú aftur hevur fingið gamla navnið Hotel Vágar.