Hóast talið á fólki, sum hava fingið korona, er lutfalsliga lítið, leggur tað stórt trýst á Almannaverkið og á starvsfólkið har. Og hetta fer at fáa avleiðingar fyri virksemið hjá Almannaverkinum kring landið, sigur Almannaverkið.
Í løtuni eru 62 starvsfólk í Almannaverkinum í sóttarhaldi, so smittutrýstið merkist væl í Almannaverkinum, sigur Edvard Heen, stjóri, í eini frábðan nú á miðdegi.
Og tað merkir, at virksemið á verkstøðum, verkhúsum, frítíðartilboðum, umlættingarstovnum, og øðrum, verður skert til 31. august. Men nøkur undantøk eru í økjum, har at kalla eingin smitta er og tað verður alt gjørt í samráð við farsóttarnevndina.
Tískil er avgerð tikin um at tey flestu av teimum vardu verkstøðunum lata ikki upp við fullari megi fyrrenn 31. august. Heimabúgvandi borgarar fáa tó teirra tilboð sum vanligt í hesum tíðarskeiðnum.
– Frítíðartilboð, klubbtilboð og umlættingartilboð lata partvíst upp og har verður tænastan skipað eftir umstøðunum og tað verður kunnað um tað á hvørjum stovni sær.
Ein trupulleiki er, at hjá nógvum viðskiftafólkum hjá Almannaverkinum er tað ringt at halda almennu tilmælini, og tískil er tað neyðugt at avmarka, hvussu nógv fólk savnast á verkstøðum og í frítíðartilboðum.
– Hetta merkir eisini, at á stovnunum hjá Almannaverkinum verður talið á vitjanum avmarkað og samstundis skulu búfólkini í minst møguligan mun fara av stovninum. Hendan støðan verður eftirmett áðrenn 31. august.
Í Suðuroynni letur verkstaðið á Bakka upp mánadagin sum vanligt og har eru frítíðartilboð, og aðrar tænastur, sum vant. Í Vágum, í Klaksvík og á Sandi lata verkstøð og tilboð upp, men í ávísum førum verða nakrar skerjingar.
Hinvegin leggur Almannaverkið dent á, at meta um støðuna í hvørjum einstøkum føri, soleiðis at tænasturnar ikki verða skerdar meira enn neyðugt, sigur Edvard Heen.
– Almannaverkið fær í løtuni nógvar fyrispurningar um dagpening í sambandi við sóttarhald, sigur Edvard Heen.
Í hesum sambandi vísir hann á, at í gjár samtykti Løgtingið at seta reglurnar í gildi aftur um dagpengar til arbeiðsfólk og fólkapensjónistar, umframt umdagpengar til fyritøkur, sum hava starvsfólk, ið verða smittað við korona, ella verða sett í sóttarhald.
Hann leggur afturat, at annars fáa øll pensjón, og aðrar veitingar, sum vanligt.