Piltarnir hjá HB savna pening saman til eina Danmarkarferð. Teir skulu vera við í eini fótbóltskapping, sum verður í Lemvig í døgunum 15.-21. juli.
Foreldrabólkurin, ið stendur fyri tiltøkunum hjá piltunum sigur, at dreingirnir eru sera spentir, at sleppa til Danmarkar at spæla fótbólt, har koma teir at royna seg ímóti liðum úr Danmark, Noregi, Canada og Svøríki. Hetta er mennandi fyri dreingirnar og eitt upplivilsi fyri lívið.
Dýrabiðidag høvdu teir stuðulsrenning, og tað gav teimum 16.151 krónur. Teir runnu tilsamans 62,9 km í 20 min. Í miðal runnu teir 3.931 m.
Eisini hava teir selt skavað og vinn seðlar fyri Blindafelagið og lutaseðlar fyri Tórshavnar Ítróttarráð.
Eitt bingo hava teir havt og fara at hava eitt afturat 1. juli í Pálsstovu. Ruddingardagin fara teir at rudda fyri Tórshavnar kommunu.
Ein Danmarkarferð er kostnaðarmikil, men við góðum stuðli frá fyritøkum og einstaklingum letur tað seg gera.
Foreldur og piltar takka øllum sum hava stuðla liðnum.










