Kringvarpið endurgav í kvøld part av kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Framsókn. Í kanningini vórðu oman fyri 600 fólk spurd, og ein av spurningunum var, um tann spurdi tók undir við, at samkynd kunnu giftast við borgarligari vígslu.
Hesum tóku 61% av teimum spurdu undir við. 32% søgdu seg ikki taka undir við hesum, meðan 7% svaraðu, at tey ikki høvdu tikið støðu til spurningin.










