Varðin er ikki kent fyri at útgjalda vinningsbýti til eigarar sínar, men í 2014 vóru 33 milljónir krónur útgoldnar í vinningsbýti. Í 10 ár hevur Varðin einki vinningsbýti goldið til eigarar sínar, men í 2014 valdi felagið at útgjalda 33 milljónir krónur í vinningsbýti. Hesi árini frá 2004 til 2014 hevur felagið havt avlop á hvørjum ári, og alt avlopið er lagt afturat eginognini, sum var 183 milljónir krónur við ársbyrjan 2004.
Tað sæst í greining hjá Eyðfinni Reyðberg í Vinnuni í dag. Vinnan er eykablað, sum var í Sosialinum í gjár.
Við árslok 2014 var eginognin komin uppá 792 milljónir krónur. Av hesum valdu eigararnir nú at taka út 33 milljónir krónur í vinningsbýti, so eginognin við árslok 2014 gjørdist 759 milljónir krónur.
Talan er um góða íløgu, har eginognin er hækkað við 609 milljónum krónum eftir 11 árum.
Hetta svarar til ein vøkstur upp á 333 prosent ella 30 prosent um árið.
Varðin er í dag eitt sera sterkt felag. Soliditeturin er góður, 55 prosent, og felagið hevur 228 milljónir krónur í tøkum gjaldføri á bankabók.
VINNAN er eykablað í mánadagsSosialinum, sum fæst kring landið. Blaðið kann eisini keypast á sos.fo. Tað ber eisini til at keypa Vinnuna í leysasølu næstu vikurnar.