6000 føroyingar hava kannað sínar drykkjuvanar

Nògv fólk hava roynt alkohol roknaran hjá Fólkaheilsuráðnum

 

Hesar síðstu dagarnar hava ikki færri enn 6.300 føroyingar kanna sínar drykkjuvanar.

 

Tað vakt ein ávísan ans, tá ið fólkaheilsuráðið fyri eini góðari viku síðani setti sjøtul á eitt átak við tí endamáli at fáa fólk, sum drekka, at hugsa seg um.

 

Tað gjørdi Fólkaheilsuráðið við at leggja ein alkoholroknara á heimasíðuna har tað ber til at seta inn, hvussu nógv ein drekkur í eina viku, og so sæst, hvussu nógv, tað økir um vandan fyri at fáa ávísar sjúkur.

 

Tað eru 10 dagar síðani, vit skrivaðu tað her á in.fo, tað var tann 3. juli.

 

Og tað skerst ikki burtur, at hetta var eitt átak, føroyingar hava lagt merki til,  og hava verið forvitnir eftir at royna, tí tað var beinanvegin, so høvdu eini 3000-4000 fólk verið og roknað rúsdrekkanýtsluna út.

 

Og Heini Mohr Hermansen, sum stendur fyri hesum átakinum, segði, at hósdagin høvdu 6.300 fólk verið á alko-roknaranum hjá Fólkaheilsuráðnum, men hann leggur afturat, at tølini eru ein dag gomul.

 

Og skuldi onur verðið forvitin og fingið hug at roynt alkoholroknaran, er at hann finna við at trýsta HER