600 næmingar til skúlafótbólt í gjár

Í gjár fór enn ein dagur við Skúlafótbólti framvið vesturi á Eiðinum í Vági– og við tilsamans fleiri enn 600 næmingum, sum spældu 143 fótbóltsdystir á Eiðinum var hetta eisini ein krevjandi og spennandi dagur.

 

Hetta skrivar Skúlafótbóltur á sínum fb-vanga. Har eru eisini myndir at síggja.

 

Í næstu viku eru tað 4. og 5. flokkar, tá verður aftur spælt í Marghøllini, meiri verður at frætta um tað seinni.

 

Vinnarar hjá 6. og 7. flokkunum í Skúlafótbólti 2020/2021

 

6. flokkur blandað lið: TB Heros frá Tvøroyrar Skúla vann finaluna á SVL3 frá Skúlanum á Løgmannabreyt.

 

6. flokkur dreingjir: SVL1 frá Skúlanum á Løgmannabreyt vann finaluna ímóti SÁF Búffunum frá Skúlanum á Fløtum.

 

6. flokkur gentur: Fransagellurnar frá Sankta Frans Skúla vunnu finaluna ímóti SÁF Harkaliðið frá Skúlanum á Fløtum. Hetta var 3. árið á rað, at Fransagellurnar vunnu.

 

7. flokkur blandaði lið: SVL1 frá Skúlanum á Løgmannabreyt vann finaluna ímóti Hoyvíksbørn3 frá Hoyvíkar Skúla.

 

7. flokkur dreingir: FC Mayo frá Sankta Frans Skúla vann finaluna við brotssparkskapping ímóti SVL1 frá Skúlanum á Løgmannabreyt.

 

7. flokkur gentur: Har vann SVL1 frá Skúlanum á Løgmannabreyt, meðan Hoyvíksgentur frá Hoyvíkar Skúla blivu nr. 2.