600 næmingar hugnaðu sær á heilsuátaki

Útvið 600 næmingar luttóku fyrrapartin fríggjadagin í tiltakinum, sum varð skipað í Marghøllini í Vági.

Fyrrapartin fríggjadagin skipaði  Rørslufelagið Hvistan  fyri stórum heilsutiltaki fyri næmingar úr fólkaskúlunum í Suðuroynni. Útvið 600 næmingar tóku lut í tiltakinum, sum varð skipað í Marghøllini, uttanfyri Páls Høll og á Eiðinum í Vági.

 

 

Umframt rørslu, fingu næmingarnir eisini eina tónleikauppliving, tá Jens Marni Hansen sang fyri næmingunum.

 

 

 

Tá tiltakið endaði kl. 13 fóru smílandi næmingar og lærarar aftur til húsa eftir ein sera góðan dag í goðveðrinum í Vági, skrivar Suðurrás.

 

 

Seinnapartin helt heilsutiltakið fram fyri almenninginum.