60 ár: Listakvinnan er komin heim

Jórunn Dánialsdóttir hevði ein 18 ára langan steðg frá listini, sum í mong ár var hennara starv. Hon er nú vend aftur til sítt gamla yrki, og í samband við sín 60 ára føðingardag, letur hon listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík

Listakvinnan, Jórunn Dánialsdóttir verður 60 ár í apríl. Dagurin verður ikki hátíðarhildin við sjampanju og kransakøku ella uttanlandsferð. Í staðin letur hon framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Kjallarin er á tremur við listaverkum, hon hevur seymað, broderað, teknað og málað, og sum bert bíða eftir at verða borðin inn í framsýningarhølið, og sýnd fyri almenninginum.

- Ja, tað kennist sum at koma heim, sigur Jórunn Dánialsdóttir, tá hon verður spurd hvussu tað kennist at venda aftur til sítt gamla yrki eftir so nógv ár.

Jórunn Dánialsdóttir varð í 1977 útbúgvin handarbeiðslærarinna á Håndarbejds Fremme seminarinum í Keypmannahavn, og var eitt ár á vevstovuni hjá listakvinnuni Margrethe Agger. Í1978 fór hon at undirvísa í kreativari seyming á kvøldskúlanum í Havn, og tí helt hon fram við, til hon hevði fingið bæði yngstu børnini.

- Tað vóru fleiri ting, ið gjørdu, at eg gavst. Eg var fyri tað fyrsta troytt av tí. Tað kendist ofta sum at luftin fór úr ballónini, tá eg móð kom heim um kvøldið, eftir at hava undirvíst, minnist hon aftur á.

Tey bæði yngstu børnini eru rættiligir eftirnølarar í familjuni. Esther Maria er fødd í 1987 og Mats Andrias í 1989. Esther Maria er fødd við Downs syndromi, sum hevði við sær, at verðin hjá Jórunn og manninum varð vend á høvdið. Jórunn Dánialsdóttir valdi at gevast við undirvísingini, og fór í staðin at arbeiða í niðursetta tíð sum krambakvinna í SMS. Eftir at Esther Maria fekk staðfest Downs syndrom, gjørdist hon virkin innan arbeiðið hjá Javna, felagið hjá menningartarnaðum í Føroyum, sum tók nógv av hennara tíð.


Fyriskiparin í búkinum

Líka síðan Jórunn Dánialsdóttir var smágenta, hevur hon verið kreativ, og so langt hon kann minnast, hevur listin hugtikið hana. Gjøgnum árini hevur hon avrikað eitt sindur av hvørjum, eitt nú hevur hon prýtt móttøkuhølið á Lágargarði, eina plakat fyri Føroya Arbeiðskvinnufelag hevur hon gjørt, og seinastu árini hevur hon fyri- og samskipað ymiskar myndaframsýningar, sum hon hevur lagt eitt stórt arbeiði í.

- Mær dámar so væl at fáast við hesar fotoframsýningarnar. Og eg havi gjørt nógv við tað. Talan er um privatar myndir, og fyri at finna út av so nógvum sum gjørligt um myndirnar, havi eg verið runt hjá eldri fólki, og spurt meg fyri um myndirnar. Uttan navn og árstal er lítið virði í myndunum, sigur Jórunn Dánialsdóttir.

Harafturat hevur hon samskipað listaframsýningar við verkum hjá menningartarnaðum gjøgnum árini.

- Eg veit ikki rættiliga, hvaðani hesin samskipanarhugurin kemur. Møguliga býr ein lítil fyriskipari í búkinum, sum kemur til sjóndar í slíkum støðum, sigur hon og smílist.

Ein av framsýningunum, Jórunn Dánialsdóttir hevur samskipað, er nógv umtalaða Realskúlaframsýningin, og í Dagtilhaldinum skipaði hon fyri myndaframsýning við brúðarmyndum og eina við barnamyndum. Næsta verkætlan verður uttandura myndir av børnum, ið spæla. Ætlanin er, at hesar myndirnar skulu vera frá 1900 talinum, og fram til 1970 árini, altso áðrenn myndirnar fingu lit, sigur hon.


Barnið flutti fjøll

Tað er stutt síðan, at Jórunn Dánialsdóttir valdi at fara aftur til sítt gamla yrki. Tímaglasið er viðvent, nú 60 ára føðingardagurin stendur fyri framman, og tað var líka sum tað mest nátúrliga fyri hana.

- Tað eru 18 ár síðan eg gavst við hesum arbeiðnum. Nústani føli eg, at eg eri í ferð við at fáa yvirskot aftur. Børnini eru vorðin vaksin og meir sjálvstøðug, og eg havi meir tíð um hendi. Eg átti mítt fyrsta barn sum 17 ára gomul, eigi nú fýra, og havi tí havt børn í meir enn 40 ár, sigur hon smílandi.

Tað, at fáa eitt barn við Downs syndrom, hevur flutt fjøll í lívunum hjá Jórunn Dánialsdóttir og manninum. Hóast Jórunn Dánialsdóttir er fegin um sína nýggju tilveru, vildi hon onga løtu verið tær upplivingar fyri uttan, hon hevur fingið umvegis Javna, ÍSB, stuðlum og øðrum. Øll tey fólk, hon er komin í samband við, allar upplivingar, ið fylgja við at hava eitt barn við Downs syndrom, hava bara verið positivar, greiðir hon frá.

Listarliga verðin er sjálvsagt broytt nógv, síðan Jórunn Dánialsdóttir fyri 18 árum síðan pakkaði seymimaskinuna burtur. Handverkið er tað sama, men teknikkirnir nýggir. Hon trongdi tískil til eina innspræning av onkrum slag, og gjørdi tí av at fara ein túr til Holbæk Kunsthøjskole, har hon fór at fáast við máling, sum er nýtt fyri hana. Aftur komin valdi hon at taka av einum tilboði hjá Føroya Heimavirkisfelag, sum bjóðar skeið undir heitinum, kreativ brodering, har tað eisini verður arbeitt nógv við seyming. Skeiðið er í 8 modulum, og tær 9-11, ið luttaka á skeiðnum, verða lidnar í september. Úrslitið er vorðið til rúgvismikla savning av verkum, hon hevur evnað úr brodering, seyming, máling og tekning.

- Eg vil siga, at eg eri meir bevíst um tað, eg geri nú, enn fyri 20 árum síðan. Tráanin eftir at gera list er so mikið stór, at hvør løta eg arbeiði, er ein gáva. Eg kenni meg priviligeraða, sigur Jórunn Dánialsdóttir.

Føðingardagsframsýningin við verkum hjá Jórunn Dánialsdóttir, verður í Smiðjuni í Lítluvík í tíðarskeiðnum 6.-10. mars.