60 prosent frá vatni og vindi

Elfamleiðslan hjá SEV í oktober var eitt prosent minni enn í sama mánaði í fjør, og 60 prosent av orkuni kom frá vatni og vindi. Framleiðslan í síðsta mánaða var 23.674 MWh ímóti 23.906 MWh í oktober í fjør. SEV sigur, at framleiðslan í meginøkinum minkaði 2,3 prosent í oktober samanborið við sama mánaða í fjør, meðan framleiðslan í Suðuroy var heili 14,5 prosent størri enn í fjør.

Sambært teimum nýggjastu hagtølunum stavaðu góð 60 prosent av elframleiðsluni í oktober frá vatn- og vindorku, ávikavist 54 og 6,4 prosent.

SEV sigur, at higartil í ár hevur grøni parturin av framleiðsluni verið sløk 37 pst. ella nett tað sama sum somu tíð í fjør. Í 12 mánaðarskeiðnum frá 31. oktober í fjør til 1. november í ár stavaðu 39 pst. av framleiðsluni frá vatni og vindi. Tað er eisini tað sama sum í 12 mánaðarskeiðnum frammanundan.