Hóast elframleiðslan í 2015 var størri enn nakrantíð áður, so var heili 60 prosent av elorkuni framleidd úr varandi orkukeldum. Tað boðar SEV frá í tíðindaskrivi í dag.
Harvið heldur gongdin seinastu árini fram, har framleiðsla úr olju er í minking. Eins og í fjør, so minkaði oljuframleiðslan við 16 prosentum í fjør.
- Vit hava rokkið okkara máli fyri 2015, og tað eru vit sera væl nøgd við, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Hann vísir á, at seinastu ferð, SEV framleiddi umleið 60 prosent úr varandi orkukeldum, var í 1973, tá vatnorkan stóð fyri størra partinum av elframleiðsluni, ið tá var nærum fýra ferðir minni enn í dag.
Ein tann størsta broytingin í mun til undanfarnu ár er nøgdin av elframleiðslu úr vindorku. Heili 17,8 prosent av elframleiðsluni kom frá vindmyllunum í Neshaga og Húsahaga, og er tað ein framgongd á 61,8 prosent samanborið við 2014.
Størsta varandi orkukeldan var tó, eins og í 1973, vatnorkan, ið var 42,3 prosent av elframleiðsluni í fjør. Tað er ein hækking á 10,3 prosent samanborið við 2014.
Ein av orsøkunum til økingina í vatnorku er, at vatnorkuverkið á Eiði setti met í fjør. Eiðisverkið framleiddi 68,1 GWt í fjør, og talan er um ein vøkstur á 10,2 prosent, samanborið við framleiðsluna á Eiðisverkinum í 2014.

60 prosent av elorkuni var grøn





